Fimm sløkkiliðsfólk hjá Kvívíkar sløkkiliði vórðu 10. september heiðrað á kommunuskrivstovuni fyri drúgva og trúgva tænastu. Kommunan handaði teimum eisini gávur sum tøkk fyri tænastuna.
Tveir hava tænt í 36 ár
Jens Mikkelsen og Frederik Isaksen hava báðir verið í sløkkiliðnum í 36 ár og eru framvegis virknir. Rói Joensen hevur tænt í 35 ár, Petur Müller í 26 ár og Edvard Müller í 21 ár. Tilsamans eru tað 154 ára tænasta.
Leivur Persson og Óli á Grindafløtti frá tilbúgvingarøkinum hjá Vørn vóru eisini við til løtuna. Teir vóru komnir til Kvívíkar at heiðra teimum, sum lúka treytirnar fyri at fáa heiðurstekin frá Føroya Landsstýri. Leivur Persson takkaði sløkkiliðsfólkunum fyri drúgva tænastu.
Fara inn, tá onnur fara út
Kvívíkar kommuna leggur dent á serliga leiklutin hjá sløkkiliðsfólki: Tá fólk fara inn at krógva seg undan illveðri, fara tey út í tænastu, og tá fólk fara út úr eldinum, fara tey inn. Kommunan takkar teimum fyri arbeiðið við at tryggja kommununa og fólkið.