Ongi úrslit

200.000 dollarar fyri undirskrift

Løgreglan tekur tað í størsta álvara

© Privat
Jóhanna Højgaard
7. mai kl. 18:40

Ein amerikanskur maður, sum kallaði seg Cliff steig í gjár inn í hýruvognin hjá Danny Brandt. Hann bjóðaði síðani Danny 200.000 dollarar fyri at skriva undir eina áheitan, um at innlima Grønland í USA.

Danny veit bert at siga frá, at gátuføri maðurin kom úr Las Vegas, sá út sum var hann yvir 80 ár og var ílatin frítíðarklæðir.

Samstundis legði Danny til merkis, at maðurin bar uppá pappír, sum kundu líkjast einum slagi av undirskriftarsavning.

- Nú hugsi eg, at eg skuldi hava tikið myndir av pappírunum, og spurt meira um hvaðani maðurin kom. Men eg var bara so forharmaður og segði beinanvegin nei til tilboðið, sigur Danny Brandt við TV 2.

Umleið hálvan tíma eftir, at Danny Brandt fekk bjóðað pengaupphæddina, meldaði hann hendingina til grønlendsku løgregluna.

Fimm minuttir seinni ringdi løgreglan aftur til hýruvognsføraran og segði, at teir vóru á veg.

- Tey tóku tað í størsta álvara og takkaðu fyri, at eg svaraði uppá tað, sigur Danny við Tv2

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03