Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, kunngjørdi í gjár, at 2027 verður Rørsluár. Tað gjørdi hon, tá ið hon setti Fólkaheilsuráðstevnuna Rørsla á arbeiðsplássinum í Kongshøll.
Endamálið við Rørsluárinum er at fáa rørslu inn sum ein natúrligan part av gerandisdegnum. Fleiri og betri møguleikar skulu skapast á arbeiðsplássum, í skúlum, í frítíðini og í nærumhvørvinum.
Arbeiðsplássini hava týðandi leiklut
Landsstýriskvinnan legði serliga dent á arbeiðsplássini. Nógv sita stóran part av arbeiðsdegnum framman fyri einum skíggja, meðan onnur hava kropsliga tungt ella einsíðugt arbeiði. Tørvurin á rørslu er tí ymiskur.
– Endamálið er ikki, at øll skulu gera tað sama ella líka nógv. Endamálið er, at øll kunnu vera við – á sínum egna støði, segði Eyðdis Hartmann Niclasen.
Hon vísti millum annað á, at fólk kunnu taka trappurnar, ganga ein stuttan túr í steðginum, halda fund á gangi ella reisa seg regluliga frá skriviborðinum.
Skal halda fram eftir rørsluvikuna
Ráðstevnan var samstundis startskotið til Ítrótta- og rørsluvikuna. Men ætlanin er, at arbeiðið við at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin skal halda fram eftir vikuna.
Rørsluárið í 2027 skal byggja víðari á samstarvið millum Heilsu- og orkumálaráðið, Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya. Samstarvið hevur støði í eini avtalu, sum partarnir gjørdu í 2025.