Skráseting Føroya fer 15. september at senda tey feløg í skiftirættin til tvingsilsavtøku, sum tá framvegis ikki hava latið ársfrásøgnina fyri 2025 inn.
Tann 1. september manglaðu 230 feløg enn at lata ársfrásøgnina inn. Talan er um feløg, sum hava álmanakkaárið sum roknskaparár. Freistin at lata ársfrásøgnina inn var 30. juni, seks mánaðir eftir at roknskaparárið endaði.
Fingu ávaring í juli
Feløgini og allir leiðslulimirnir fingu tíðliga í juli ein rykkjara frá Skráseting Føroya. Har varð boðað frá, at felagið fór at verða sent í skiftirættin til tvingsilsavtøku, um ársfrásøgnin ikki varð latin inn innan fýra vikur.
Henda freistin er nú farin. Skráseting Føroya fer tí 15. september at senda tey feløg í skiftirættin til tvingsilsavtøku, sum framvegis ikki hava latið ársfrásøgnina inn.