Fyri 25 árum síðan rændu 19 islamistiskir yvirgangsmenn fýra ferðafólkaflogfør. Tvey rendu á World Trade Center í New York, eitt á Pentagon í Washington, meðan tað fjórða datt niður í Pennsylvania, eftir at ferðafólkini høvdu gjørt mótstøðu.
Álopið sendi skelkir gjøgnum allan Vesturheimin. Frælsi heimurin sá svart uppá hvítt, at frælsi og fólkaræði ikki bara eru abstrakt hugtøk, men sjálvt grundarlagið undir samfeløgum okkara – og júst tí vekja tey hatur hjá teimum, sum vilja berjast ímóti okkara lívshátti. Sum Bill Maher tók til: „It was a clash of civilizations. The civilizations are very different, and ours is better.“
Hetta var eisini grundleggjandi fatanin hjá amerikanska fólkinum. Eftir fáum vikum vaks undirtøkan hjá George W. Bush úr 51 prosentum upp í 90 prosent. Eingin Gallup-kanning hevur nakrantíð víst so stóra undirtøku fyri einum sitandi forseta. Fólk stóðu saman móti fíggindanum.
25 ár seinni er tað eitt heilt ættarlið, sum kennir álopini sum søgu heldur enn sum eitt minni. Og meðan hóttanin móti Vesturheiminum, sum heimurin sá so ítøkiliga fyri 25 árum síðan, bara er vaksin, eru okkara evni at kenna aftur og skilja fíggindan viknað.
Eftir russisku innrásina í Ukraina í 2022 vísti ein kanning hjá Quinnipiac, at 55 prosent av amerikanarum høvdu verið verandi og bart fyri sítt land, um USA var í somu støðu sum Ukraina. Millum 18–34 ára gomul var talið einans 45 prosent, og millum demokratar 40 prosent samanborið við 68 prosent millum republikanarar. Ein YouGov-kanning frá 2024 vísti samstundis, at bert 28 prosent av bretum millum 18–40 ár høvdu meldað seg sjálvboðin ella góðtikið innkalling, um ein heimsbardagi brast á.
Tølini koma ikki óvart á, tá hugsað verður um, at serliga ungir amerikanarar og bretar frá barnsbeini hava fingið at vita, at land teirra var rotið frá vøgguni og einki annað hevði at bjóða enn trælahald, hjálandaveldi og rasismu. Hví skal mann verja nakað, sum er vert at berja niður?
Stoltleikin í Vesturheiminum er deyður. Orsøkirnar eru tvinnar: Onnur er sjálvshatrið, sum tølini omanfyri eru greitt dømi um. Hitt er fullkomiliga vantandi eginleikin og viljin í okkara modernaða, liberala hugaheimi at skilja hugsanarhættir, sum víkja frá okkara.
Hetta er tað, sum elvir til tann himmalrópandi naivitetin hjá teimum, ið siga: „Tá samanum kemur, vilja øll menniskju tað sama.“ Sjálvt tá iranska prestastýrið, sum hevur forpestað landið síðan 1979 og dripið tíggjutúsundtals mótmælisfólk, rópar „death to America“ og „death to Israel“, eru fólk sum hava lyndi til at bera í bøtuflaka fyri prestastýrið.
Tey venda ikki bara blinda eygað til orðini hjá stýrinum og teirra andstyggiligu dráp á egnar borgarar, men eisini til tess púra greiðu mál í Vesturheiminum. Áðrenn amerikansku og ísraelsku álopini á iransku atomvápnaframleiðsluna í juni 2025 metti Altjóða Kjarnorkustovnurin (IAEA), at Iran hevði umleið 441 kilo av urani ríkað upp í 60 prosent. Eitt støði, sum einki land síðan 1945 hevur rokkið, uttan seinni at hava ment kjarnorkuvápn.
Kortini hava fordømingarnar og atfinningarnar enn einaferð heglað niður yvir USA og Ísrael, samstundis sum tey hava forðað tí ófyrigeviliga: at vit gjørdust ættarliðið, sum loyvdi iranska prestastýrinum at fáa kjarnorkuvápn. At loyvt tí hevði verið eitt svik móti komandi ættarliðum – ikki minst móti iranska fólkinum.
Eg pástandi ikki, at framferðin hjá USA og Ísrael hevur verið feilfrí. Langt ífrá. Men tað er eingin ivi um, at tað var neyðugt at steðga ætlanunum hjá Iran.
Nøkur menniskju – og eg vil bólka iranska stýrið millum tey – vilja nakað heilt annað við hesum lívinum enn vit. Tey vilja ikki frið og lív, men kríggj og deyða. Tað sama er galdandi fyri kreftirnar handan tey umleið 240 islamistisku yvirgangsálopini í Vesturheiminum síðan 9/11, og tey nógv fleiri ætlaðu álopini, sum tíbetur vórðu avdúkað og steðgað meðan tíð var. Tað var eisini galdandi fyri teir 19 ungu menninir, sum fyri 25 árum síðan rændu fýra ferðafólkaflogfør.
Næstan 3.000 fólk lótu lív 11. september 2001. Tey gjørdust tilvildarlig offur fyri einari ideologi, sum vanvirðir samfelagið, tey livdu í, og tey virði, vit í Vesturheiminum hava.
Tá óseku fólkini sóu skriftina á vegginum, og skiltu, at tey drógu sínar seinastu andadráttir, var prioriteturin hjá teimum at ringja og senda eina kærleiksheilsan til síni nærmastu, áðrenn tey fóru í ævinleikans hendur.
Hjá teimum 19 islamistunum var sjálv gleðin í deyðanum og kærleikin til Allah endamálið við gerðini og høvuðsprioriteturin í lívinum. Mennirnir vóru á ongan hátt offur. Flestu teirra vóru priviligeraðir borgarar, sum vit í Vesturheiminum høvdu tikið væl ímóti, givið innivist, góðar útbúgvingar og møguleikan at njóta teir møguleikar sum opin fræls samfeløg hava.
Munurin var bara, at meðan tey rændu fólkini umborð á flogførunum elskaðu lívið, elskaðu teir deyðan.
Lat henda dag vera eina áminning um, at tá islamistar siga, hvat teir ætla at gera, eiga vit at trúgva teimum. Sivilisatiónirnar eru framvegis ymiskar, og okkara er framvegis betri.