Ongi úrslit

250.000 fyri at steðga veiðuna

Bandero er á hvalaleiðunum runt Ísland

Jóhanna Højgaard
8. juli kl. 11:30

Rúv boðar í dag frá, at samtakið hjá Paul Watson bjóðar 250.000 íslendskar krónur til tann, sum kann veita upplýsingar um staðsetingina hjá hvalaveiðuskipunum hjá Hvali hf.

Pengarnir fáast um upplýsingarnar føra til, at skipið Bandero hjá Watson, kann steðga teimum.

Í einum uppslagið á Facebook verður skrivað, at Bandero er á hvalaveiði-leiðunum runt Ísland.

Tó megna tey ikki at steðga hvalaveiðuskipunum, tí íslendska Landhelgisgæslan (sjóverjan) letur upplýsingar um staðsetingina hjá Bandero víðari til hvalaveiðuskipini, so tey kunnu sleppa undan mótgongufólkunum.

Vit hava tørv á tykkara hjálp. Saman kunnu vit hjálpast at, við at steðga vinnuligari hvalaveiðu í Íslandi, stendur í uppslagnum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

16 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00