Ein app, sum skal knýta ung, ið leita eftir bústaði, saman við eldri fólki, sum hava tøkt rúm heima, vann hugskotskappingina á Generation Nordic 2026 í Føroyum.
Tilsamans 39 ung í aldrinum 18 til 30 ár úr átta norðurlondum tóku lut í ungdómsráðstevnuni hjá NORA 12.–15. september.
Á skránni vóru verkstovur, vinnulívsvitjanir, samstarv og menning av nýggjum loysnum til avbjóðingar í smærri norðurlendskum samfeløgum.
Seks hugskot kappaðust
Luttakararnir vórðu býttir í seks bólkar, sum hvør skuldi menna og leggja fram eina loysn.
Vinnandi hugskotið, Hemly, skal gera tað lættari hjá ungum at finna bíligan bústað hjá eldri fólki, sum hava tøkt rúm. Samstundis er ætlanin at skapa praktiska hjálp og sterkari sambond millum ættarliðini.
Onnur hugskot vóru millum annað ein app til bilbýti, ein felags norðurlendskur tíðindapallur og ein tænasta, sum skal hjálpa fólki at fáa innlit í lívið í smærri samfeløgum, áðrenn tey flyta hagar.
Dómsnevndin valdi Hemly
Dómsnevndin metti, at Hemly tók støði í einari veruligari avbjóðing hjá ungum og samstundis samsvaraði væl við strategiina hjá NORA. Sambært dómsnevndini kann hugskotið eisini mennast og verða brúkt um alt Norðurlond. NORA Projects
Á skránni vóru eisini vitjanir í Gásadali og Suðuroy umframt vitjanir hjá Ocean Rainforest og Hugskotinum í Havn.