Ongi úrslit

4.000 tons av svartkjafti sett av: Skulu brúkast til vinnuligar fiskiroyndir

Nú ber til at søkja um part av 4.000 tonsum av svartkjafti, sum eru sett av til vinnuligar fiskiroyndir í 2026.

© Uttanríkis- og Fiskimálaráðið.
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hevur sett 4.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni í 2026 av til vinnuligar fiskiroyndir.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hevur sett 4.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni í 2026 av til vinnuligar fiskiroyndir. Nú ber til at søkja um part av kvotuni.

Menning og nýskapan verða raðfest

Kvotan kann fiskast bæði í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi í NEAFC-skipanarøkinum. Tá umsóknirnar verða viðgjørdar, verður serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.

Umsóknin skal millum annað lýsa endamálið við royndunum, tíðar- og kostnaðarætlan, fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir. Eisini skal greiðast frá, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, fingin til høldar og virkaður á landi.

Freistin er 25. september

Umsóknir skulu vera Uttanríkis- og fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi á middegi fríggjadagin 25. september 2026.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

16 tímar síðan

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

Í gjár kl. 21:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

10 tímar síðan