50 ár eru liðin, síðan TB vann føroyska meistaraheitið í 1976. Hetta var fjórða meistaraheitið hjá Tvøroyrar Bóltfelagi og tað fyrsta í eina fjórðingsøld.
Sambært TB var talan um eitt ungt og ágrýtið lið við einum samansjóðaðum hópi av heimligum spælarum, sum lyfti Tvøroyri upp á føroyska fótbóltstindin. Felagið lýsir eisini eitt lokalsamfelag, sum livdi og andaði fyri fótbólti.
Hittust aftur í TB-húsinum
Nú, hálva øld seinni, hittust fleiri av monnunum aftur í TB-húsinum. Felagið kunngjørdi 7. august eina mynd frá samkomuni.
TB skrivar, at húsið rúmar nógvum minnum, røddum og søgum úr søgu felagsins. Meistaraárið 1976 stendur framvegis sum eitt av søguligu hæddarpunktunum hjá TB.