Bæði skipini hava ligið við Kongshavn. Nærum øll ferðafólkini umborð á Renaissance vóru úr Fraklandi, meðan meginparturin av gestunum umborð á Rotterdam vóru úr USA.
Sambært Runavíkar Havn eydnaðist tað lokala ferðamannaskipatoyminum aftur væl at taka ímóti báðum skipunum og teimum mongu gestunum. Ferðafólkini vitjaðu ymsastaðni í økinum og settu sín dám á býin.
Myndir: Runavíkar havn.
Skipini koma aftur
Rotterdam kemur aftur til Runavíkar 26. august í ár, meðan Renaissance vitjar aftur 15. juli næsta ár.
Tor Shipping er umboðsfelag hjá báðum skipunum, og MB Tours er túrsmiður.