Ongi úrslit

70 ár og hvat nú? Skal aldur framvegis kunna kosta tær starvið?

Eyðgunn Samuelsen vil hava greiðu á, um nýggj javnviðgerðarlóg fer at verja starvsfólk móti uppsøgn vegna aldur.

© Sweet Life / Unsplash
Løgtingskvinnan Eyðgunn Samuelsen hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum, tríggjar spurningar um aldursmismun á arbeiðsmarknaðinum og ætlaðu javnviðgerðarlógina. Myndin er tilvildarlig.
Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Løgtingskvinnan Eyðgunn Samuelsen hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum, tríggjar spurningar um aldursmismun á arbeiðsmarknaðinum og ætlaðu javnviðgerðarlógina.

Hon vil millum annað vita, nær lógaruppskotið verður lagt fyri Løgtingið, og um lógin fer at banna mismuni vegna aldur. Spurningurin er eisini, um aldur framvegis kann vera grundarlag fyri uppsøgn, hóast starvsfólkið hevur neyðugu førleikarnar.

Stórur munur á arbeiðsgevarum

Landið avtók fasta fráfaringaraldurin í 2025. Frammanundan var hann hækkaður úr 67 árum í 2007 til 70 ár og síðan til 72 ár í 2022. Tórshavnar kommuna hevur eisini avtikið sín fráfaringaraldur.

Men fleiri kommunur halda framvegis fast við ein fráfaringaraldur á 70 ár.

Sambært Eyðgunn Samuelsen kann hetta hava við sær, at fólk, sum eru væl fyri, hava neyðugu førleikarnar og vilja arbeiða víðari, verða noydd úr starvi bert vegna aldur. Tvey fólk við somu førleikum kunnu tí verða viðgjørd ymiskt alt eftir, hvør arbeiðsgevarin er.

Nýggj lóg skal banna mismuni

Í ískoytinum til ólavsøkufrágreiðingina verður boðað frá einari javnviðgerðarlóg, sum skal banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum.

Har verður dentur lagdur á, at førleikarnir skulu avgera, hvør fær eitt starv ella verður fluttur í hægri starv. Samstundis verður víst á, at grannalondini hava havt slíka lóggávu í fleiri áratíggju.

Fyrispurningurin varð lagdur fram á Løgtingi 9. september.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

Í gjár kl. 15:06