Tíggju skúlaflokkar í Føroyum fáa í vetur møguleika at fáa ein føroyskan rithøvund á vitjan. Átakið er partur av 70 ára hátíðarhaldinum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, og Føroya Lærarafelag letur rithøvundavitjanirnar í sambandi við runda føðingardagin.
Skúlaflokkarnir skulu sjálvir søkja um at fáa eina vitjan. Í umsóknini skulu teir upplýsa, hvør skúlin og flokkurin eru, hvussu nógvir næmingar eru í flokkinum, hvønn rithøvund tey vilja hitta og hví. Síðan verður lutakast millum umsóknirnar.
Freistin er 2. oktober
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 2. oktober. Ein flokkur kann eisini søkja um fleiri rithøvundavitjanir. Vinnararnir verða kunngjørdir á 70 ára stovningartiltakinum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags í Finsen 5. oktober klokkan 15–17.
Hvør rithøvundavitjan fevnir um ein undirvísingartíma á 45 minuttir og er ætlað einum skúlaflokki. Tá vinnararnir eru funnir, avtala lærarin og rithøvundurin sínámillum, nær vitjanin skal vera, og hvat hon skal snúgva seg um. Í smærri skúlum ber til at leggja flokkar saman.
Tíggju rithøvundar at velja ímillum
Skúlarnir kunnu velja ímillum tíggju rithøvundar, sum skriva til ymiskar aldursbólkar. Teir eru Betta á Dalinum, Oddfríður Marni Rasmussen, Dánial Hoydal, Urd Johannesen, Elin á Rógvi, Silja Aldudóttir, Rakel Helmsdal, Ingun Christensen, Marjun Syderbø Kjelnæs og Elin Michelsen.
Bókadeildin vísir á, at ein rithøvundavitjan kann kveikja áhugan fyri bókum og lesing og kanska enntá leggja fyrstu spírarnar til ein komandi rithøvund.