Ongi úrslit

95 milliónir til grønt átak: Setrið í søguligum samstarvi

Fróðskaparsetur Føroya verður partur av einari søguligari verkætlan, sum hevur fingið 95 milliónir krónur til at styrkja grøna umskiftið og tvørfakliga útbúgving.

© Fróðskaparsetur Føroya.
Edmund Jacobsen
5. juni kl. 12:30

Øll donsku universitetini og Fróðskaparsetur Føroya fara nú undir eitt nýtt samstarv, sum skal geva lesandi betri førleikar at loysa veðurlags- og burðardygdaravbjóðingar.

Verkætlanin kallast STRIVE U og hevur fingið 95 milliónir krónur frá Novo Nordisk Grunninum. Tað er ein av størstu játtanunum nakrantíð til útbúgvingarvirksemi.

Setrið sær stórar møguleikar

Sambært rektaranum á Fróðskaparsetri Føroya, Martin Tvede Zachariasen, kann samstarvið styrkja førleikarnar hjá føroyskum lesandi til at skilja og loysa stórar heimsavbjóðingar innan burðardygd. 

Eisini fegnast lektarin Ragnheiður Bogadóttir um, at Føroyar verða partur av átakinum. Hon vísir á, at føroyska samfelagið hevur tørv á vitan og loysnum, sum eru lagaðar til føroyskar umstøður.

Nýggj útbúgving til grøna umskiftið

Endamálið við STRIVE U er at menna eitt nýtt ættarlið av lesandi, sum frá byrjan læra at arbeiða tvørtur um fakmørk. Átakið skal stuðla nýggjum skeiðum, samstarvsháttum og undirvísingargongdum við burðardygd í miðdeplinum. Samstundis skulu universitetini deila vitan og royndir sínámillum.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt samstarv av hesum slagnum verður skipað millum Danmark og Føroyar. 

Møguleiki er eisini fyri, at Grønland seinni verður partur av samstarvinum.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

21 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47