Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, hava føroyingar tjent 14 milliónir hetta seinasta árið frá í juni í fjør til í juni í ár. Tað eru 800 milliónir meiri enn lønarútgjaldingarnar vóru árið frammanundan, frá juni í 2024 til í juni í fjør.
Men uppgerðin, sum Hagstovan hevur gjørt, vísir eisini, at á hesum øki er lønargjógvin ímillum kynini upp aftur størri nú enn hon var frammanundan.
Tí tað eru nevniliga menninir, sum eiga nógv tann størsta partin av hesum vøkstrinum.
Sum sagt vóru lønarútgjaldingarnar í Føroyum 14 milliardir hetta seinasta árið, men eins og undanfarin ár, eru tað menn, sum tjena nógv meiri enn kvinnur. Tilsamans fáa menn 62 prosent av øllum lønarútgjaldingunum og kvinnurnar fáa 38 prosent
Men menninir eiga eisini nógv tann størsta partin av vøkstrinum í lønarútgaldingunum sum hevur verið hetta seinasta árið. Av teimum 800 milliónunum, sum lønarútgjaldingarnar eru hækkaðar, eiga menninir 67 prosent og kvinnurnar eiga 33 prosent.
Lønin hjá monnum var 6,6 prosent hægri hesar seinastu 12 mánaðirnar enn hon var teir undanfarnu 12 mánaðirnar. Hjá kvinnum var vøksturin 5,1 prosent.