Ongi úrslit

Á Løgtingi verður hon røddin hjá teimum ungu og teimum fátæku

Jonhard Hammer
27. mars kl. 09:46

Á Løgtingsvalinum í gjár gekk tað sum væntað - í hvussu so er so nøkunlunda.

Men eitt valevni, sum tók øll á bóli, var Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum stillaði upp fyri Tjóðveldi.

Hetta er fyrstu ferð, at hon ger vart við seg í politikki, men tað vakti ans, at hon fekk heilar 972 atkvøður og var sostatt tað valevni hjá Tjóðveldi, sum fekk nógv flestar atkvøður av øllum.

Samstundis er hon bara 20 ár, og sostatt er hon eisini yngsti løgtingslimur nakrantíð.

Tá ið úrslitið av valinum í gjár, var hon, eyðvitað, bæði glað og kensluborin.

– Ungdómurin hevur talað, helt hon fyri.

Hon ásannar, at tað fylgir ein stór ábyrgd við eini so góðari undirtøku. Men hon er eisini greið yvir, hvør ábyrgd fylgir við, og hon sigur, at hon fer at kempa alt hon orkar fyri, at atvøðurnar hon fekk, eisini skulu koma til sín rætt.

Hon væntar eisini, at tá ið hon tekur við á Løgtingi, kemur hon inn í eitt heilt serligt - men áhugavert - umhvørvi.

Tey flestu verða nógv eldri enn hon, men uppdagar hon, at hon ikki verður tikin í álvara tí at hon er so ung, ætlar hon í allari stillheit, at minna tey á, at hon fekk altso 972 atkvøður - og tað er nógv meiri enn tey allarflestu av honum løgtingslimunum hava fingið.

Hon ætlar sær at halda í oyruni á teimum gamlu, konservativu løgtingslimunum, sigur hon.

Og hjá henni er eingin ivi um, hvørji hjartamálini eru. Hon sigur, at nú hava tey ungu, tey vinstravendu, og tey fátæku í Føroyum fingið eina rødd á Løgtingi.

Hon sigur, at hennara fremsta virkisøki verður at útvega teimum ungu betri karmar.

– Vit mugu steðga bløðingini av teimum ungu av landinum, sigur hon. Hon sipar til, at Føroyar missa 20% av hvørjum árgangi av landinum.

Hon sigur, at tað skal gerast við at byggja ætlaða Fróðskaparsetrið á Frælsinum, og vit skulu útvega fleiri lestrarbústaðir.

– Sum heild skulu vit vísa teimum ungu, at vit vilja hava tey at verða verandi í Føroyum, sigur Bjørg Brynhildardóttir Egholm.

Og hon fer eisini at stríðast fyri teimum á niðastu rók.

– Vit kunnu ikki liva við, at tað eru familjur við yvir 1.000 børn í Føroyum, sum sita køld, og við tómum køliskápi, sigur hon.

Hon heldur, at hetta átti at verið eitt felags hjartamál hjá øllum, sama hvønn politiskan lit tey hava.

Hon sigur, at tað snýr seg um at býta virðini í samfelagnum øðrvísi. Vit hava fólk, sum eiga milliardir, samstundis sum at tað eru onnur, sum ikki fáa endarnar at røkka saman, staðfestir Bjørg Brynhildardóttir Egholm.

– Vit hava ein stóran stættarmun í Føroyum, men tað sær út til, at eisini vinstravendir flokkar hava gloymt, hvussu stórur hann er, leggur hon afturat.

Tvey ítøkilig mál, hon fer at virka fyri, er, at fyritíðarpensjónistar eisini fáa eftirønargjald afturat pensjónini, og at tímalønt fáa rætt til løn undir sjúku.

Hon heldur, at øll eiga at skilja, at hú betri tey á niðastu rók hava tað, jú betri hevur samfelagið tað, sum heild.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03