Ongi úrslit

Adrian er ivasamur og Andrias er leikbannaður

Tað eru fleiri avloysarar í miðverjuni, meðan tað verður torførari at finna avloysara, um Adrian Justinussen ikki fer við til Kasakstan

Jonhard Hammer
8 tímar síðan

Lagið er gott í føroysku leguni, nú tað verður riggað av á Tórsvølli. Tað ræður um at gera skjótt av. Spælararnir eru á veg aftur á Hotel Føroyar, har teir fara at eta, og hóast tað er torført at tørna inn eftir sovornan dyst sum tann í kvøld, so er tað neyðugt við svøvni, tí longu í morgin fara teir aftur á flog.

Landsliðið fer í morgin til Kasakstan, har síðsti dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin klokkan 15.

Tað er longu greitt, at Andrias Edmundsson verður ikki við í ferðalagnum. Hann fer nú aftur til Verona í Italia.

-Ítróttarstjórin verður ivaleyst fegin, tá ið hann hoyrir, at eg ikki fari við til Kasakstan, tí eg eri leikbannaður, heldur verjukempan fyri við einum skeivum og sjarmerandi smíli, og hann leggur aftrat:

-Kanska var tað í so vágið av mær, tá ið eg royndi at fara ímillum tveir spælarar. Tá ið tað gongur væl, so veksur sjálvsálitið, og tá ið tað so kiksaði, so var eg noyddur at taka í mannin fyri at steðga teimum í at fara í skjótt álop. So var gula kortið á lofti, og tá visti eg, hvat klokkan hevði sligið, tí eg hevði eitt gult kort á kontuni, sigur Andrias Edmundsson.

Landsliðsvenjarin harmast um, at Andrias ikki verður við í Kasakstan, men tað verður kanska ikki so ógvuliga stórur missur:

-Sjálvandi høvdu vit meiri enn fegnir viljað havt Andrias við til Kasakstan í morgin, tí hann er lyklaspælari. Men vit hava fleiri dugnaligar verjuspælarar í hópinum, so har fer maður at koma í mans stað, sigur Eyðun Klakstein og sipar til, at Samuel Johansen Chukwudi, Heini Vatnsdal og Viljormur Davidsen allir eru royndir miðverjar.

Tað kemur kanska verri við, at tað er ivasamt, um Adrian Justinussen verður í ferðalagnum til Kasakstan í morgin. Hann hevur trupulleikar, og tað er ikki greitt enn, um hann verður við í morgin:

-Tað verður greitt seinni í kvøld ella tíðliga í morgin. Eingin ivi skal vera um, at vit sera fegnir vilja hava Adrian at koma við okkum, men tað verður upp til hann at avgera. Í kvøld skoraði hann eitt fínt mál, og tað kom ikki óvart á meg, at hann fór at skora í hesum landsliðsumfarinum, tí undir venjingunum hava vit sæð, hvussu skarpur hann er, sigur Eyðun Klakstein.

Í hópinum eru tað umframt Adrian Justinussen Petur Knudsen og Jørgen Nielsen, sum í kvøld fyri fyrstu ferð var á landsliðnum, sum eru úttiknir sum álopsspælarar.

Tá ið Adrian Justinussen miðskeiðis í seinna hálvleiki í kvøld – í sínum 24. landsdysti – javnaði til 1-1, var tað aðru ferð, at hann var málskjútti á landsliðnum. Fyrra málið skoraði hann 22. mars í 2024, tá ið Føroyar í Marbella í Spania vunnu vinardyst ímóti Liktinstein 4-0, og Adrian Justinussen fýra minuttir eftir steðgin økti um munin til 3-0.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

22 tímar síðan

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

Í gjár kl. 09:09