Fleiri hava tikið til orðanna, eftir at hvassar viðmerkingar vórðu skrivaðar um ælabogaliturnar, sum eru málaðir á gonguteigin í Steinatúni til stuðuls fyri rættindunum hjá samkyndum.
Túsundtals viðmerkingar hava verið skrivaðar á Facebook, síðani Dimmalætting tann 19. juli - sum fyrsti føroyski miðilin - bar tíðindini um, at Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, var við til at mála ælabogaliturnar á gonguteigin.
Virðing heldur enn háðan
Hans Olsen skrivar á Facebook, at fólk sjálvandi kunnu vera ósamd um Pride, men at kjakið ov ofta fer um mark.
– Men tað, eg síggi, er ov ofta ikki bara ósemja. Tað er vanvirðing, skrivar hann.
Hann heitir á fólk um at kjakast við virðing – ikki við háði, niðrandi orðum og hatri.
Andrea Kjeld leggur dent á, at eingin eigur at døma onnur.
– Jesus elskar okkum øll, skrivar hon.
Í kjakinum eru tó eisini viðmerkingar, har samkyndleiki verður lýstur sum synd, og har víst verður til Guds dóm.
Fleiri verja rættindini hjá samkyndum
Vagnur Michelsen vísir á, at túsundtals fólk á hvørjum ári ganga í Pride-skrúðgonguni, teirra millum nógvir ungdómar.
Hann endurgevur eisini mammu sína, sum segði, at samkynd hava somu rættindi í samfelagnum sum øll onnur.
Jan Zachariassen heitir samstundis á tey, ið nýta Bíbliuna sum grundgeving, um at lesa Matteus 7,1–5, har ávarað verður ímóti at døma onnur.
Innlegg hansara hevði fingið 305 reaktiónir, 94 viðmerkingar og 20 deilingar, tá ið skíggjamyndin varð tikin fyrr í dag.
Heri Signar Nolsøe tekur kjakið meira skemtiliga og samanber ælabogan við kappkoyringarbreytina Rainbow Road í Mario Kart.
– Vónandi verður ælabogin verandi, skrivar hann.
Faroe Pride verður 27. juli
Faroe Pride verður 27. juli klokkan 16. Upphitingin byrjar við Tórsvøll klokkan 15, og klokkan 16 fer skrúðgongan frá Tórsvølli oman á Vaglið.
Á Vaglinum verður ókeypis konsert við Silvurdronginum, Sakaris og Guðrið Hansdóttur. Harumframt fer presturin Ólavur Eysturdal at halda røðu.