Ætlanin, sum Løgtingið samtykti um at gera Suðuroyartunnilin, verður ikki broytt. Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hann, hvar málið liggur í løtuni, og eitt hann hugsar um, tað er at fleiri vildu broyta ætlanina.
Men Jacob Vestergaard staðfestir, at uppskotið, Løgtingið samtykti, stendur við og tað verður ikki broytt.
– Kósin er sett og tað skal vera fast vegasamband millum Suðuroy og meginøkið, sigur hann.
– Føroyingar skulu verða javnsettir og knýttir saman í einum veganeti. Tú skalt kunna búgva, arbeiða og virka um alt landið, og ferðast skjótt og trygt allastaðni, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur eisini, at arbeiðið at fyrireika Suðuroyartunnilin gongur eftir ætlan.
– Forprosjektið til undirsjóvartunnilin er dagført eftir lógini, so at Skúgvi verður knýtt upp í tunnilin. Tann 21. mai sendi partafelagð Suðuroyartunnil Landsverki umsókn um at góðkenna forprosjektið. Landsverk arbeiðir støðugt við málinum, saman við serkunnleika, um at góðkenna forprosjektið.
Tá ið Landsverk hevur góðkent forprosjektið, kann farast undir at prosjektera undirsjóvartunnilin. Prosjekteringin er mett til at taka umleið ett ár.
Eftir ætlan verða forprosjektini fyri vegir og tunlar á landi, send Landsverki til góðkenningar í heyst.
Kanningar verða framvegis gjørdar av hvørji umhvørvisárin standast av verkætlanini. Fágreiðingin verður vónandi liðug um árskiftið, og tá verður hon send Umhvørvisstovuni til víðari viðgerð.
Jacob Vestergaard sigur eisini, at tær jarðfrøðiligu kanningarnar, sum eru eftir at gera, verða gjørdar nú. Eitt nú verður borað á Skálafjalli fyri nýggja Sandvíkartunnilin og boringar á Sandarfløttinum eru eisini gjørdar.
Farið er eisini undir eina boring í sambandi við nýggja Skálavíkartunnilin gjøgnum Traðarhamar. Harumframt ger Vikmar í løtuni ískoytiskanningar av havbotninum í Skúvoyarfjørði og Suðuroyarfjørði.
– Verkætlanin skal fyrireikast liðugt og neyðug loyvi fáast til vegar og síðani verður verkætlanin prosjekterað og bjóðað út, sigur Jacob Vestergaard.
– Tá ið tilboðini eru komin inn, og greiða er fingin á, hvør kostnaðurin verður, fer landsstýrismaðurin, so skjótt tað ber til, at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at gera Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunlum, leggur hann afturat.