Ongi úrslit

Áheitan á Løgmann

Tað eru Tjóðveldi og Sjálvstýri, sum leggja uppskotið fram
Tjóðveldi
31 minuttir síðan

Reglurnar hjá IOC eru greiðar, og niðurstøðan hjá Ítróttarsambandi Føroya er somuleiðis endalig: Merkið veittrar ikki til OL fyrr enn Føroyar eru ein statur.
Tað eru einans sjálvstøðug ríki, viðurkend av altjóða samfelagnum, ið kunnu gerast limir í IOC.  Onki undantak fer at verða gjørt fyri Føroyar, óansæð um tað eru einstaklingar ella lið. Hondbóltslandsliðini sleppa tí ikki at kappast, hóast tey spæla seg til olympiskar kappingar í 2028.

Føroysk ítróttafólk hava seinastu árini avrikað í heimsflokki. Tíverri er tað ein ríkisrættarlig avmarking, ið forðar teimum at kappast fyri Føroyar á heimsins størsta ítróttarpalli. Forðingin er politisk og hevur einki við ítrótt at gera.

Vit kunnu taka hana burtur, um vit standa saman um Føroyar, vinnulívið og okkara ítróttarfólk. Løgmaður hevur fullan stuðul frá seks flokkum á Løgtingi at fara eftir loysnini.

Í Tjóðveldi heita vit tí á løgmann at virka eftir niðurstøðuni hjá Ítróttasambandi Føroya. Lat okkum loysa ríkisrættarligu forðingarnar.
Vit skylda føroyskum ítróttafólkum og okkara børnum og ungu, at tað frameftir verða evnini, viljin og úrslitini, sum avgera, hvørjum málum tey røkka.


 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08