Ongi úrslit

Áhugavert at kann rúmdarvinnu í Føroyum - men tað er danskt málsøki

Áki Bertholdsen
57 minuttir síðan

Tað er vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvirksemi av ymiskum slag í Føroyum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn hevur reist málið og í tí sambandi hevur hann spurt landsstýrismannin, hvørjar hugsanir hann hevur um tað.

Jacob Vestergaard sigur at í Føroyum hava vit onga lóg um rúmdarvirksemi.

Hetta er nevnilga eitt økið sum liggur undir málsøkinum, flogferðsla, og tað málsøkið hava vit ikki yvirtikið, so tað eru danskir myndugleikar sum umsita tað.

Í Danmark er málsøkið skipað í eini lóg um »aktiviteter i det ydre rum«.

Tann lógin kann setast í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan við teimum frávikum, føroysk viðurskifti krevja.

– Rúmdarvirksemi hevur tó fylt lítið í politiska kjakinum í Føroyum seinastu árini og tað er helst orsøkin til, at danska lógin frá 2016 ikki er sett í gildi fyri Føroyar, sigur landsstýrismaðurin.

Men hann sigur at hesi seinastu árini hava okkara grannalond hava økt um virksemið á hesum økinum seinastu árini.

– Tað er tískil vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvirksemi av ymiskum slag í Føroyum, leggur hann afturat.

men av tí at talan er um danskt málsøki, vísur Jacob Vestergaard annars til Ríkisumboðið.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

Í gjár kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

20 tímar síðan