Fótbóltslandsliðið er við at fara av Tórsvølli, og tá ið døgurðin á Hotel Føroyum er etin, so fer føroyska ferðalagið vestur í Vágar og í leguflogfari beinleiðis til Moldova.
Tað endaði 1-1 ímóti Kasakstan í fyrsta Nations League dystinum. Næsti dystur verður í Moldova týsdagin.
-Eg kann ikki siga annað, enn at eg eri nøgdur við avrikið hjá okkara monnum í kvøld, men eg eri ikki nøgdur við úrslitið. Hugburðurin var góður, og allir góvu seg fult og heilt, og tað vóru marginalirnir, sum vóru avgerandi fyri, at tað endaði javnt heldur enn, at vit vunnu øll trý stigini, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari, og hann heldur fram:
-Tað er ikki áður komið fyri, síðani Atli og eg tóku landsliðið á okkum, at mótstøðuliðið hevur skorað í hornasparksstøðu. Tað eigur ikki at koma fyri, men soleiðis var tað í kvøld, staðfestir venjarin, og hann heldur fram:
-Hóast Kasakstan í løtum var nógv á bóltinum, so vóru vit so væl skipaðir í verjupartinum, at talan var ikki um aðrar møguleikar enn henda eina, sum kostaði mál ímóti miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Í hinum endanum løgdu vit okkum á odda, áðrenn eitt korter var farið, og talan var um væl gjøgnumspælt álop. Eitt av óvæntaðu tingunum, sum vit høvdu fyrireikað, var, at Andrias Edmundsson viðhvørt skuldi fara við fram í álop, og tað var eftir, at hann var spældur ígjøgnum í vinstru, at Áki D. Samuelsen skoraði eitt flott mál, eftir at Andrias legði flatt innfyri, sigur landsliðsvenjarin, og hann heldur fram:
-Dygdin í spælinum var eitt sindur misjøvn, og tað var tepurt. Tá er tað avgerandi, at tú megnar at fáa nyttu úr møguleikunum,sum tú vinnur. Í seinna hálvleiki vunnu vit tveir góðar møguleikar, og tí verri megnaðu vit ikki at skora. Um vit tá høvdu fingið eitt mál aftrat, so eri eg vísur í, at vit høvdu vunnið.
Landsliðsvenjarin sipar til tvær støður, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki bóru heilt stórar málmøguleikar við sær. Í fyrra førinum var tal Gíza Dávid Turi, sum eftir gott uppspæl varð spældur leygur mitt fyri. Hann royndi seg við skoti úr brotsteiginum, men tíverri heilkiksaði hann. Og í seinna førinum, bara lítla løtu seinni, var tað Adrian Justinussen, sum akkurát var skiftur inn. Hann varð spældur leysur eitt vet til høgru í brotsteiginum, og tá ið hann smekkaði til, stórbjargaði málverjin. Hanus Sørensen var púra blankur fyri opnum máli, men tíverri fekk hann ikki bóltin.
Áki D. Samuelsen var fyri triðju ferð á A-landsliðnum. Hetta var fyrsti týdningarmikli dysturin hjá honum, og hann var ovurfegin um, at tað longu, áðrenn eitt korter var farið, eydnaðist honum at skora:
-Uppspælið var gott, og tað kendist væl at leggja Føroyar á odda. Tíverri endaði tað við javnleiki. Eg kendi tað soleiðis, at vit høvdu fleiri møguleikar enn mótstøðuliðið, men tíverri gagnnýttu vit ikki møguleikarnar, staðfestir Áki D. Samuelsen.
-Undir venjing hava vit vant heilt ítøkiliga, hvat vit skulu gera, so tað var ikki torført at koma inn á liðið. Eg hugsaði um pápa og familjuna, ið var á áskoðaraplássunum, sum stuðla mær nógv, og so hugsaði eg eisini um abba, sum eg veit sat heima og fylgdi við, sigur Áki D. Samuelsen og leggur aftrat, at um venjarin hevur boð eftir honum týskvøldið í Moldova, so er hann klárur.