Ongi úrslit

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

Ein lesandi fekk ikki stuðul til lestur uttan fyri Føroyar, tí skrásetti bústaðurin í Føroyum ikki lúkti treytunum í lógini.

© Unseen Studio / Unsplash.
Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðina hjá Studna um at sýta einum lesandi stuðul til lestur uttan fyri Føroyar.
Edmund Jacobsen
39 minuttir síðan

Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðina hjá Studna um at sýta einum lesandi stuðul til lestur uttan fyri Føroyar. 

Málið snýr seg um bústaðartreytirnar í lógini um lestrarstuðul. 

Studni sýtti umsóknini, tí kærarin sambært Landsfólkayvirlitinum hvørki hevði búð í Føroyum í tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan ella helvtina av lívinum undan lestrarbyrjan.

Vísti á umleið 10 ára tilknýti

Kæruumboðið helt kortini, at kærarin lúkti treytunum. Víst varð á, at kærarin hevði búð og hildið til í Føroyum í tíðarskeiðum, sum tilsamans góvu honum umleið 10 ára beinleiðis tilknýti til Føroyar.

Kæruumboðið vísti eisini á, at tað ikki er vanligt, at eitt barn hevur skrásettan bústað í Føroyum, tá tað vitjar ommu, abba, fastur ella systkinabørn.

Sambært lógini kann stuðul til lestur uttan fyri Føroyar veitast teimum, sum hava búð í Føroyum í minst tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan ella í helvtina av lívinum undan lestrarbyrjan.

Skrásetingin í Landsfólkayvirlitinum gjørdist avgerandi

Føroya Kærustovnur legði dent á, at kærarin ikki hevði verið skrásettur í Landsfólkayvirlitinum í umrødda tíðarskeiðinum.

Kærustovnurin tulkar orðingina „hevur búð í Føroyum“ soleiðis, at talan er um at hava havt skrásettan bústað í Føroyum sambært Landsfólkayvirlitinum. Tí varð niðurstøðan, at kærarin ikki lúkti bústaðartreytunum, og avgerðin hjá Studna varð staðfest.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11