Ongi úrslit

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Løgreglan leitar nú eftir vitnum til eitt innbrot, har ein munandi peningaupphædd er stolin.

Løgreglan sigur, at talan er um Á-handilin á Landavegnum. Í gjáramorgunin ringdu tey úr Á handilinum á Landavegnum at melda, at har hevði verið innbrot um náttina.

Innbrotið er hent ímillum klokkan 23.21 sunnukvøldið og mánamorgunin klokkan fimm. Innbrotstjóvarnir hava brotið ein rút og eru sloppin inn tann vegin. Inni í handlinum hava tey brotið eitt peningaskáp upp haðani hava tey stolið eina munandi peningaupphædd, sum løgreglan málber seg.

Tí sigur løgreglan, at er tað onkur, sum hevur sæð nakað illgrunasamt har um vegir hesa tíðina, ella kanska hoyrt rútaknas, eru tey vælkomin at siga frá.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11