Ongi úrslit

Aldursmark á sosialum miðlum: Kann Samleikin verða partur av loysnini?

Magni Højgaard vil hava at vita, um landsstýrið fyrireikar aldursmark á sosialum miðlum og eina talgilda loysn til at vátta aldurin á brúkarum.

© Camilo Jimenez / Unsplash
Løgtingsmaðurin Magni Højgaard spyr millum annað, hvussu langt arbeiðið við einum møguligum aldursmarki á sosialum miðlum er komið.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Løgtingsmaðurin Magni Højgaard hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um møguligar avmarkingar á sosialum miðlum.

Hann spyr millum annað hvussu langt arbeiðið við einum møguligum aldursmarki er komið, hvørjir sosialir miðlar kunnu verða fevndir av eini slíkari skipan, og um arbeitt verður við eini talgildari loysn, sum kann vátta aldurin á brúkarum.

Spyr um talgilda aldursváttan

Í fyrispurninginum verður víst á møguleikan fyri eini app, sum kann vátta aldurin á tí, ið roynir at rita inn á sosialar miðlar.

Magni Højgaard vísir á, at líknandi ætlanir hava verið umrøddar í Danmark. Hann nevnir eisini, at Føroyar longu hava talgildar skipanir sum Vangan og Samleikan, og spyr, um ein slík loysn eisini kann nýtast í Føroyum.

Stúrir fyri ávirkanini á børn

Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður víst á fleiri avbjóðingar, sum verða settar í samband við børn og sosialar miðlar.

Magni Højgaard nevnir millum annað kriminalitet á netinum, bundinskap, ávirkan á atburð og svøvn hjá børnum og ungum. Hann vísir eisini til kjakið um PISA-kanningina, har sosialir miðlar, skermar og alnetið hava verið nevnd sum órógvandi tættir, ið kunnu hava við sær, at børn og ung lesa ov lítið.

Samstundis verður dentur lagdur á, at stórir miðlar sum Snapchat og TikTok eisini mugu taka ábyrgd og vera partur av eini møguligari loysn.

Mest lisið hesa vikuna

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

20 tímar síðan

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

Í gjár kl. 09:44