Heimsins alivinna setti nýtt met í 2024. Framleiðslan av fiski og øðrum djórum úr aling fór fyri fyrstu ferð upp um 100 milliónir tons.
Sambært nýggju SOFIA-frágreiðingini hjá FAO framleiddi alivinnan 103 milliónir tons. Tað svarar til 53 prosent av samlaðu framleiðsluni av fiski og øðrum djórum úr sjónum og vøtnum.
Samlaða framleiðslan frá fiskiveiðu og aling var 235 milliónir tons við algum íroknaðum. Uttan algur var framleiðslan 195 milliónir tons.
Alingin stendur fyri nærum øllum vøkstrinum
Meðan alivinnan er vaksin skjótt, hevur fiskiveiðan úr náttúruni staðið mest sum í stað síðan síðst í 1980-árunum.
Fiskiveiðan gav umleið 92 milliónir tons í 2024. Av hesum komu 80 milliónir tons úr sjónum. Samlaða veiðan hevur í fleiri áratíggju ligið millum 86 og 94 milliónir tons um árið.
Nærum allur vøksturin í heimsins framleiðslu síðan síðst í áttatiárunum er tí komin frá aling.
Samstundis er alivinnan vorðin minni bundin at fiskamjøli og lýsi. Nú stavar meira enn ein triðingur av fiskamjølinum og meira enn helmingurin av lýsinum frá avskurði og øðrum hjáframleiðslum.
Alivinnan brúkar kortini framvegis meira enn 90 prosent av heimsframleiðsluni av fiskamjøli og 64 prosent av heimsframleiðsluni av lýsi.
Vinnan tryggjar lívsgrundarlagið hjá milliónum
Fiskur og onnur djór úr sjónum og vøtnum hava stóran týdning fyri matveitingina í heiminum. Umleið 89 prosent av framleiðsluni fara til matna.
Hjá 3,1 milliardum fólkum kemur í minsta lagi ein fimtingur av djóraproteininum úr hesum matvørum. Samstundis er lívsgrundarlagið hjá meira enn 600 milliónum fólkum knýtt at vinnuni.
Men atgongdin er ójøvn. Í Asia var miðalnøgdin 26,3 kilo fyri hvønn íbúgva í 2023. Í Afrika var hon bert 9,1 kilo.
Ótryggleiki hóttir
FAO vísir eisini á vaksandi trýst frá veðurlagsbroytingum, umhvørvisoyðing, búskaparligum skelkum og politiskum ótryggleika.
Verður útlátið framvegis høgt, kann nøgdin av fiski, sum kann veiðast, minka meira enn 10 prosent í fleiri økjum fram til 2050.
FAO væntar kortini framhaldandi vøkstur. Framleiðslan av fiski og øðrum djórum úr sjónum og vøtnum er mett at røkka 214 milliónum tonsum í 2034.