Ein nýggjur aliringur frá Scale AQ er latin Mowi á Sandsvág. Tað serliga við verkætlanini er, at ringurin er bygdur í Føroyum í tøttum samstarvi millum Scale AQ og KSS.
Verkætlanin er eitt beinleiðis úrslit av samstarvsavtaluni millum Scale AQ og KSS, sum varð kunngjørd í november 2024. Sambært KSS skal avtalan styrkja tænastu- og veitingarmøguleikarnar hjá Scale AQ í Føroyum, samstundis sum KSS fær ein týðandi leiklut sum samstarvsfelagi í Føroyum.
Búrhella, sum er dótturfelag hjá KSS, sigldi aliringin til Sandsvágs, har hann varð latin Mowi. KSS sigur, at verkætlanin vísir, at fyritøkan hevur førleikar at loysa stórar og krevjandi uppgávur.