Aftur í ár verður vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling | VTVA 2026. Hon verður hildin á Hotel Hilton 6. november 2026.
Endamálið er at savna granskarar og fakfólk, sum arbeiða við alivinnuni ella hava áhuga fyri viðurskiftum, ið knýta seg at henni. Ráðstevnan skal vera ein pallur fyri vitanarbýti, kjak og nýggjar samstarvsmøguleikar.
Leita eftir framløgum
Fyriskipararnir heita nú á fólk um at senda samandráttir, sum lýsa innihaldið í møguligum framløgum.
Samandráttirnir verða mettir av eini vísindanevnd við granskarum úr føroyska granskingarumhvørvinum. Síðani verður gjørt av, hvørjar framløgur verða tiknar við í skránna.
Framløgufólk fáa svar í seinasta lagi 8. oktober 2026.
Til ber at senda uppskot
Longu nú ber til at senda samandráttir ella hugskot til evni, sum kunnu vera viðkomandi at viðgera á ráðstevnuni.
Tað verður seinni kunnað um, nær til ber at tekna seg til VTVA 2026. Meira fæst at vita á vtva.fo ella við at seta seg í samband við fyriskipararnar á info@firum.fo.