Ongi úrslit

Almenni geirin undir trýsti: Kann vitlíki loysa fleiri uppgávur?

Steffan Klein Poulsen vil hava greiðu á, um vitlíki kann loysa almennar uppgávur og leysgeva starvsfólkaorku.

© Privat mynd.
Steffan Klein Poulsen (Miðflokkurin) vil hava greiðu á, um vitlíki kann loysa almennar uppgávur og leysgeva starvsfólkaorku.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Løgtingsmaðurin Steffan Klein Poulsen hevur sett Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning um vitlíki og effektivisering í almenna geiranum.

Hann spyr, í hvønn mun vitlíki í dag verður brúkt til at loysa uppgávur hjá tí almenna. Hann vil eisini hava at vita, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri, at vitlíki verður brúkt í størri mun komandi fimm árini.

Triði spurningurin er tann mest beinleiðis. Steffan Klein Poulsen vil hava greiðu á, hvussu landsstýrismaðurin fer at virka fyri, at tað almenna ikki brúkar óneyðuga starvsfólkaorku til uppgávur, sum vitlíki kann loysa.

Starvsfólkaorka undir trýsti

Í viðmerkingunum vísir løgtingsmaðurin á, at vitlíki longu er vorðið ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum, bæði privat og til arbeiðis.

Hann vísir eisini á, at tøknin framvegis er í skjótari menning og við tíðini kann loysa fleiri og fleiri uppgávur.

Sambært honum er vitlíki serliga væl egnað til vanligar, afturvendandi uppgávur, sum kunnu verða loystar munandi effektivari enn við handaligari arbeiðsmegi.

Kann spara ella flyta arbeiðsmegi

Steffan Klein Poulsen heldur, at hetta kann leysgeva starvsfólkaorku. Orkan kann antin sparast burtur í almenna rakstrinum ella flytast til onnur størv, har vitlíki ikki kann loysa uppgávurnar.

Hann vísir á, at starvsfólkatrotið er stórt. Tí er neyðugt at effektivisera føroyska samfelagið áhaldandi, so Føroyar eru kappingarførar og kunnu veita neyðugu vælferðartænasturnar.

Fyrispurningurin er dagfestur á Løgtingi 17. juni 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

Í gjár kl. 07:43

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

Í gjár kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

11 tímar síðan

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00