Ongi úrslit

Almennur fundur 80 ár eftir at føroyingar valdu loysing

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Tann 14. septembur í 1946 valdu føroyingar loysing á fólkaatkvøðu. Tað staðfestir Norðoya Tjóðveldisfelag og í tí sambandi skipa tey fyri almennum tiltaki í Klaksvík.

Tiltakið verður mánakvøldið, 14 septembur, á sjálvum ársdegnum fyri fólkaatkvøðuna.

Á fundinum fara Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, og Magni Laksáfoss, PhD í føroyskum búskapi, at greiða frá, hvussu Føroyar hava flutt seg politiskt og búskaparliga hesi 80 árini.

Eftir hetta verður politiskt orðaskifti ímillum Bein Johannesen, Aksel V. Johannesen, Sámal Petur í Grund, Sirið Stenberg, Steffan Klein Poulsen og Ruth Vang, sum eru forfólkini í teimum seks flokkunum, sum hava sagt seg taka undir við tjóðarsemjuni.

Har fara tey eisini at umrøða, hvør kósin skal vera hesi næstu 80 árini.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

Í gjár kl. 15:06