Ongi úrslit

Altjóða kanning: Ísland er friðsælasta land í heiminum 19. árið á rað

Samstundis sum ófriður gerst alt meira vanligur í stórum pørtum av heiminum, heldur Ísland fast um støðuna sum friðsælasta land á jørðini.

Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Ísland er aftur kosið friðsælasta land í heimi. Hetta er 19. árið á rað, at landið liggur ovast á altjóða listanum hjá Institute for Economics and Peace (IEP).

Samtíðis vísir nýggja frágreiðingin Global Peace Index, at ófriður breiðir seg kring heimin. Sambært frágreiðingini liva fólk í 119 londum undir minni friðsælum umstøðum nú enn í 2008.

Lágur kriminalitetur og eingin herur

Kanningin fevnir um 163 lond og 99,7 prosent av heimsins innbúgvum. Metingin byggir á 23 ymiskar vísarar, sum fevna um samfelagsliga trygd, stríð og hernaðarvald.

Ísland fekk 1,161 stig á einum stigalista frá 1 til 5, har lægri tal merkir størri frið. Sambært frágreiðingini stavar góða úrslitið serliga frá, at Ísland ikki hevur hervald, hevur lágan kriminalitet og sterka samfelagsliga samhaldsfesti.

Russland á botni

Nýsæland, Sveis, Slovenia og Írland fylgja aftan á Ísland á listanum. Russland liggur niðast annað árið á rað.

Størsta framgongdin varð skrásett í Póllandi, sum er farið 23 pláss fram síðan 2025 og nú liggur á 22. plássi. Frágreiðingin er jaligar politisku broytingarnar í Póllandi eftir stjórnarskiftið í 2023.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

12 tímar síðan

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Fullveldispolitikkur og vantandi viðlíkahald

5. juni kl. 09:48

Hálvvaksnir dreingir stjólu fleiri fløskur

6. juni kl. 09:23