Ongi úrslit

Álvarsligir veikleikar: Ukrainskir dronu-pilotar  "oyðiløgdu" svenskar herdeildir

Ukrainskir dronupilotar settu í farna mánaða svenskar herdeildir út av spælinum undir einari NATO-hervenjing í Svøríki. Boðskapurin var greiður: NATO er framvegis ikki nóg væl fyrireika til nýmótans dronukríggj.

© Försvarsmakten.
Ukrainskir dronu-pilotar undir Aurora 26 venjingini í mai 2026.
Edmund Jacobsen
5. juni kl. 07:00

Á venjingini - nevnd Aurora 26 - á svensku oynni Gotlandi høvdu ukrainskir hermenn leiklutin sum álopslið. Sambært tíðindastovuni AP noyddist venjingin at steðga tríggjar ferðir, tí svensku deildirnar vórðu ov lætt raktar. Í einum veruligum bardaga høvdu tær verið oyðilagdar.

Ukraina lærir NATO at yvirliva

Ukrainsku dronu-pilotarnir greiddu aftaná venjingina frá, at svensku herdeildirnar hava møguleikar, tó at bæði dronutøkni, taktikkur og fatanin av dronukrígging mugu betrast munandi. 

Ukrainar vístu á, at royndirnar frá vígvøllinum í Ukraina geva eina vitan, sum vesturlendskar herdeildir framvegis tørva.

Svenski verjuleiðarin Michael Claesson tók undir við hesum og segði, at NATO-herdeildir  mugu læra nógv meira um dronukríggj, og at skjótasti vegurin til hendan lærdóm er at lurta eftir ukrainum.

Gotland í miðdeplinum

Venjingin fór fram á Gotlandi, sum liggur strategiskt mitt í Eystrasalti millum Svøríki og russiska Kaliningrad. Claesson segði, at tann, sum hevur tamarhald á Gotlandi, í stóran mun hevur tamarhald á miðpartinum av Eystrasalti. 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

15 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47