Ongi úrslit

Hví hátíðarhalda amerikanarar 4. juli ?

Var skrivað av Thomas Jefferson

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Í dag hátíðarhalda amerikanarar 4. juli, sum er tjóðardagur í USA. Í ár er tað so 250 ár síðani fyrstu ferð.

Dagurin minnist samtyktina av sjálvstøðuyvirlýsingini (Declaration of Independance), sum varð samtykt 4. juli 1776.

Declaration of Independance

Tá lýstu umboð fyri tær 13 amerikonsku hjálandirnar, at tær ikki longur vóru undir bretskum valdi, men vóru sjálvstøðugir statir.

Thomas Jefferson

Sjálvstøðuyvirlýsingin var í høvuðsheitum skrivað av forseta Thomas Jefferson, og samtykt av Second Continental Congress.

Í skjalinum verður staðfest, at øll menniskju hava grundleggjandi rættindi, millum annað rættin til lív, frælsi og at stremba eftir eydnu.

Statue of Liberty (Frælsisgudinnan)

Hóast frælsisstríðið móti Bretlandi byrjaði longu í 1775, verður 4. juli roknaður sum føðingardagurin hjá USA, tí tað var henda dagin, at sjálvstøðuyvirlýsingin var alment samtykt.

Um alt USA verður dagurin hátíðarhildin við fýrverki, skrúðgongum, konsertum, grillveitslum og øðrum almennum tiltøkum. Eisini savnast nógv saman við familju og vinum at hátíðarhalda dagin.

Fyri nógv amerikanarar er 4. juli bæði ein hátíðardagur og ein dagur at minnast søguna og hugsjónirnar um frælsi, sjálvstýri og fólkaræði, sum sjálvstøðuyvirlýsingin byggir á.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03