Amerikanski íløgubólkurin Greenland Development Partners LLC flutti í juni nærum 5,4 milliónir krónur beinleiðis til seljaran av einum húsum í Nuuk í sambandi við, at grønlendski vinnulívsmaðurin og fyrrverandi landsstýrismaðurin Jørgen Wæver Johansen keypti ognina.
Tað avdúkaði Weekendavisen herfyri, og bæði TV 2 og Ekstra Bladet hava síðani skrivað um málið.
Jørgen Wæver Johansen er giftur við politikaranum Vivian Motzfeldt, sum áður hevur verið grønlendsk landsstýriskvinna í uttanríkismálum.
Vísir aftur illgruna um politiska ávirkan
Greenland Development Partners LLC hevur sambært keldunum sambond við amerikanska milliarderingin Ronald Lauder. Hetta hevur vakt ans, tí Lauder í fleiri ár hevur víst áhuga fyri Grønlandi og hevur talað fyri størri amerikanskari ávirkan har.
Jørgen Wæver Johansen sigur við Weekendavisen, at Lauder persónliga einki hevur við fíggingina av húsunum at gera. Hann lýsir hetta sum eina vanliga íløgu, har húsini skulu leigast út og skapa inntøku.
Serfrøðingur eftirlýsir gjøgnumskygni
Marc Jacobsen, lektari og fakligur leiðari á Center for Arktiske Sikkerhedsstudier hjá Forsvarsakademiet, sigur við TV 2, at íløgan kann síggjast sum strategisk. Samstundis undirstrikar hann, at einki grundarlag er fyri at staðfesta, at endamálið er at keypa sær politiska ávirkan.
Hann heldur kortini, at tað er týdningarmikið við gjøgnumskygni um sambond, treytir og væntanir, tá ið útlendskar íløgur verða knýttar at fólki við sterkum politiskum og samfelagsligum sambondum.