Ongi úrslit

André Olsen hevur úttikið sín fyrsta U19-hóp

Umframt slovensku vertunum, skulu okkara dreingir eisini spæla ímóti Írlandi og Sameindu Emirríkjunum

fsf.fo
2 tímar síðan

Frá 25. septembur til 5. oktobur fer U19-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Slovenia, har tríggir venjingardystir eru á skránni. Umframt slovensku vertunum, skal liðið eisini møta Írlandi og Sameindu Emirríkjunum.

– Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og samstundis eitt fínt høvi hjá spælarunum at vísa seg fram.

Tað sigur André Olsen, nýggi venjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum seinni í mánaðinum fer til Slovenia, har venjingarlega og tríggir venjingardystir eru á skránni.

Umframt slovensku vertunum, skulu okkara dreingir eisini spæla ímóti Írlandi og Sameindu Emirríkjunum.

18 spælarar eru úttiknir til venjingarleguna, og av teimum eru fimm, sum hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti.

Hópurin
Tróndur Sjúrðarson, HB Tórshavn
Nóa Klein Joensen, Randers FC (Danmark)
Dennis Anghel, SønderjyskE (Danmark)
Jákup Kristiansson Poulsen, Esbjerg fB (Danmark)
Ørvur Isfeld, AB Argir
Jóel Tróndargjógv, NSÍ Runavík
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, FC Suðuroy
Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Dánial Mørkøre, HB Tórshavn
John Ziska Joensen, KÍ Klaksvík
Ezra Lukama, KÍ Klaksvík
Sigurd Ulriksen, FC Helsingør (Danmark)
Páll Johannesen, FC Suðuroy
Markus Højgaard, Víkingur
Markus Klein Danielsen, NSÍ Runavík
Edvard Falkenberg, HB Tórshavn
Jannik Borge, AC Amager (Danmark)

Venjingarlegan í Slovenia er samstundis ein týðandi liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Serbia frá 9. til 17. novembur. Tá vera mótstøðulondini Serbia, Montenegro og Aserbadjan.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

9 tímar síðan