Seinnapartin í gjár boðaði HB frá, at felagið hevði sagt venjaranum André Olsen úr starvinum. Orsøkina segði HB nevndin vera vánaliga gongdin higartil í ár, og so varð lagt aftrat, at tað verður arbeitt við at finna nýggjan venjara.
HB fer sunnudagin at spæla móti grannunum í B36. Nýggjur fyribils venjari er Lukasz Cieslewicz, sum higartil í ár hevur verið hjálparvenjari, upplýsti HB formaðurin Ransin N. Djurhuus fyri FM1 á middegi.
Í dag greiðir André Olsen frá, at nevndin í HB vildi hava hann at stuðla seg til útlendskan ráðgeva, og hví hann ikki vildi liva við tí loysnini.
André Olsen skrivar soleiðis:
Góðu tit øll
Takk fyri eina góða og ógloymandi tíð í HB, sum eg eri errin av at hava upplivað.
Eg byrjaði fyrst í mai farna ár, har uppgávan var at venda skútuni. Saman gjøgnumførdu vit kappingarárið so væl sum vit kundu við hørðum arbeiði, ógloymandi løtum og týdningarmiklum sigrum. Fleiri hæddarpunkt kunnu nevnast sum standa eftir.
Eg eri sjálvandi vónbrotin av, at vit ikki kláraðu at byggja uppá sama momentum og somu framgongd, sum vit høvdu farna kappingarár, hóast har hava verið óteljandi avbjóðingar. Eg havi verið opin yvirfyri at betra tingini, havi hugt inneftir og havi tikið móti hjálp frá útlendskum ráðgeva, sum hevur verið uppi, hóast tað ikki hevur broytt stórvegis uppá gongdina. Tí noktaði eg at taka ímóti einum nýggjum útlendskum ráðgeva, sum eg meti bara hevði skapt størri órógv enn gagn. Eg havi nokk av áliti á mær sjálvum til at vita hvat eg standi inn fyri, og veit at vit saman høvdu vent gongdini. At leiðslan ynskir nakað annað, virði eg.
Eg veit, at eg havi givið alt sum eg havi átt í mær hvønn dag og havi gjørt mítt allarbesta.
Eg vil eisini takka spælarunum, venjaratoyminum og liðleiðarunum fyri gott samstarv. Ikki at gloyma vil eg takka øllum venjarunum og øllum fólkunum, sum varða av fótbótinum í HB fyri eina frálíka tíð saman. Tað kemur altíð at standa eftir.
Eg veit, at nógv at teimum tingunum sum vit hava gjørt, hevur verið í bestu intentión fyri at gera felagið betur brynjað til framtíðina.
Tí ivist eg heldur onga løtu í, at HB eigur eina glæsiliga framtíð.