Ongi úrslit

Andrias: Málið er at kappast í oddinum

Manslandsliðið er farið undir fyrireikingarnar til fyrstu dystirnar í UEFA Nations League. Aftaná venjingina mánadagin fekk FSF Varpið orðið á Andrias Edmundsson, sum ætlar sær at spæla við um tey stuttligu plássini í bólkinum

Tíðindaskriv
7 tímar síðan

Føroyska A-landsliðið við monnum hevði seinnapartin mánadagin sína fyrstu samling undan teimum fýra UEFA Nations League-dystunum, sum standa fyri framman. Frá 26. septembur til 6. oktobur skal landsliðið nevniliga spæla tveir heima og tveir útidystir. Síðstu dystirnir í bólkinum verða spældir í novembur mánað.

Millum spælararnar var Andrias Edmundsson, ið dagliga spælir við Hellas Verona FC í Italia. Miðverjin er fegin um aftur at vera partur av landsliðshópinum og sær fram til nýggju kappingina.

– Vit fara sjálvandi eftir at fáa so nógv stig sum gjørligt, og vónin er at vera við í kappingini um tey stuttligu plássini, sigur Andrias.

Hávaksni verjuspælarin hevur góðar vónir til føroyska liðið og trýr upp á, at Føroyar kunnu gera vart við seg í komandi dystum.

Í nýggju UEFA Nations League-kappigini eru Føroyar í bólki C3, saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

https://www.youtube.com/watch?v=E1OTd4iPIY4&t=4s

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11