Ongi úrslit

Antarktis hitnar: Vetrarhitabylgja gevur ávaring um framtíðar veðurlag

Ein óvanlig hitabylgja rakti Antarktis mitt um veturin í 2024. Í pørtum av Eysturantarktis var hitin upp í 28 stig oman fyri miðal.

© Henrique Setim / Unsplash.
Ein óvanlig hitabylgja rakti Antarktis mitt um veturin í 2024. Í pørtum av Eysturantarktis var hitin upp í 28 stig oman fyri miðal.
Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Í juli og august 2024 varð Eysturantarktis rakt av eini óvanligari hitabylgju, hóast tað var hávetur á meginlandinum. Í meira enn tvær vikur var hitin summastaðni upp í 28 stig oman fyri miðal.

Tað skrivar Videnskab.dk.

Sambært nýggjari gransking var talan ikki bara um eitt sjáldsamt veðurfyribrigdi. Hitabylgjan varð elvd av einum óvanligum órógvi í loftlagnum, sum varð styrkt av menniskjaskaptum veðurlagsbroytingum.

Heit luft rakti ísin

Ein veiknaður pólvirvil yvir Suðurpólinum gjørdi, at heit og slavin luft slapp langt inn yvir Antarktis. Samstundis løgdu skýggj seg sum eitt teppi yvir økið og hildu hitanum niðri við jarðaryvirflatuna.

Avleiðingarnar kunnu røkka víða

Antarktis goymir størsta partin av heimsins feskvatni í ovurstórum ísmassum. Veiknar ísurin, kunnu jøklar renna skjótari út í havið og hækka sjóvarstøðuna kring heimin.

Granskararnir meta, at slíkar hendingar kunnu gerast upp í 20 ferðir vanligari fyri aldarskiftið, um útlátini verða høg.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03