Ongi úrslit

Arbeiðsbólkur skal styrkja føroysku heilsutilbúgvingina

Arbeiðsbólkurin skal millum annað lýsa verandi tilbúgvingarætlanir, tørvin á heilivági, verndarútgerð og aðrar neyðugar veitingar, umframt hvørjir sjúklingabólkar og heilsutænastur eru serliga viðbrekin

homr.fo
3 tímar síðan

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal lýsa heilsutilbúgvingina í Føroyum og koma við tilmælum um, hvussu hon kann styrkjast. 

Føroyar eru eitt lítið oyggjasamfelag, sum í stóran mun er bundið at veitingum og tænastum úr útlondum. Tí er umráðandi at hava góða vitan um, hvussu heilsuverkið er fyrireikað, um vanligar veitingar ella týðandi undirstøðukervi verða órógvað. 

Arbeiðsbólkurin skal millum annað lýsa verandi tilbúgvingarætlanir, tørvin á heilivági, verndarútgerð og aðrar neyðugar veitingar, umframt hvørjir sjúklingabólkar og heilsutænastur eru serliga viðbrekin. Harumframt skal bólkurin hyggja at ábyrgdarbýtinum millum myndugleikar, sjúklingaflutning, alternativar veitingarloysnir og møguligar samstarvsavtalur við onnur lond. 

Vit skulu tryggja okkum, at føroyska heilsuverkið er so væl fyrireikað sum til ber, eisini tá óvæntaðar støður taka seg upp. Við hesum arbeiðinum fáa vit eitt betri fakligt grundarlag fyri at síggja, hvar vit standa væl, og hvar vit kunnu verða enn betur fyrireikað.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum

Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Heilsu- og orkumálaráðið, Heilsustýrið, Sjúkrahúsverkið, Heilsutrygd og kommunulæknar, Apoteksverkið og eldraøkið/Kommunufelagið. Málið er, at bólkurin handar landsstýriskvinnuni eina lýsing av økinum og tilmæli 1. mai 2027.

 

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

Í gjár kl. 21:03

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20

NSÍ er tætt við at seta nýggjan venjara

19. november kl. 23:40