Síðani tað var greitt, at íslendski Sigurður Ragnar Eyjólfsson ikki fór at halda fram sum venjari hjá FM vinnarunum í NSÍ, hevur felagið leitað eftir nýggjum venjara.
NSÍ hevur leitað uttanlands eftir venjara, sum er førur fyri at hava ábyrgdina av liðnum, sum skal verja FM heitið og spæla í Champions League.
Nú sær tað út til, at tað er heilt tætt við, at NSÍ fer at kunngera, hvør verður nýggjur venjari. Møguliga verður tað longu í morgin fríggjadagin, at venjarin verður kunngjørdur.
Heilt vist er tað, at fyrrverandi landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen verður nýggjur málmansvenjari í Runavík. Hann er ógvuliga royndur venjari, hjálparvenjari og málmansvenjari. Umframt at vera høvuðsvenjari í KÍ og ÍF hevur hann verið hjálparvenjari og málmansvenjari í B36 og í 2025 í EB/Streymi.
Tveir útlendingar eru nevndir sum nýggjur høvuðssvenjari. Annar er norðmaður, og hin er danskari.
Norðmaðurin er 49 ára gamli Ole Kevin Knappen, sum frá 2016 til 2018 var høvuðsvenjari í norska felagnum HamKam. Áðrenn hann í 2018 legði frá sær, hevði hann staðið á odda fyri uppflyting úr triðbestu og upp í næstbestu og so í bestu deildina.
Seinni var hann venjari í Hødd og Bryne, og í summar flutti hann aftur til HamKam, har hann arbeiðir við at menna venjarar.
Danskaran komast allir fótbóltshugaðir føroyingar við. Tað er David Nielsen, sum nú arbeiðir sum viðmerkjari hjá TV2 í Danmark. 1. desember hevur hann 50 ára føðingardag.
Í síni tíð sum álopsspælari var David Nielsen liðfelagi hjá Toda Jónsson. Teir vóru liðfelagar í FCK frá 1997 og fram til 2001, og so vóru teir liðfelagar í norskum fótbólti. Tað var eitt stutt skifti í 2006, tá ið teir spældu við IK Start.
David Nielsen hevur verið venjari í fleiri donskum og útlendskum feløgum. Síðsta felagið, sum hann vandi, var AC Horsens við Adrian Justinussen í hópinum. Har var hann venjari frá í mars 2025 og til í mars í ár.
Í Danmark hevur hann eisini verið venjari hjá Lyngby Boldklub og AGF. Í Lyngby var hann í fyrra umfari frá 2015 til 2017, tá ið tað endaði við bronsukrónum, og í seinna umfari var hann venjari í Lyngby á vári í 2024, tá ið tað eydnaðist at bjarga felagnum undan niðurflyting. Hann varð settur sum bjargingarmaður, eftir at Magne Hoseth, sum Lyngby annars hevði keypt leysan úr sáttmála við KÍ, fekk sekkin.
Í Danmark man David Nielsen sum venjari vera best kendur, tá ið hann vandi AGF, har hann var venjari frá 2017 til 2022. Í 2020 vunnu David Nielsen og AGF bronsuplássið.
Tað kann væl vera, at NSÍ í morgin fer at kunngera, hvør verður nýggjur venjari, og okkara keldur siga, at tað verður norðmaðurin Ole Kevin Knappen ella David Nielsen úr Danmark.