Ongi úrslit

Arbeiðsmegi verður størsta avbjóðingin: Byggivinnan sær vaksandi tørv

Føroyska byggivinnan væntar munandi størri tørv á arbeiðsmegi, samstundis sum samlaða treystitalið í búskapinum er lækkað.

© Hagstova Føroya.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føroyska byggivinnan sær ljósari upp á framtíðina og væntar, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at økjast nógv komandi árið.

Tað vísir nýggja konjunkturbarometrið hjá Hagstovu Føroya. Ávísin fyri byggivinnuna er hækkaður úr 2 upp í 24 og liggur nú beint oman fyri langtíðarmiðalin, sum er 22. Samstundis er ávísin fyri arbeiðstørvin komandi árið hækkaður úr 6 upp í 46.

Arbeiðsmegi er størsta avbjóðingin

Fleiri byggifyritøkur siga, at trot á arbeiðsmegi avmarkar framleiðsluna. Í januar nevndu 44 prosent hetta sum eina framleiðsluavmarking. Nú er talið 71 prosent.

Bíleggingarnar eru eisini nakað fleiri enn áður.

Treystitalið lækkar

Samlaða konjunkturbarometrið er tó lækkað. Treystitalið er nú 5,2, niður úr 11 í januar. Tað er eisini væl undir langtíðarmiðalinum, sum er 14.

Tilfeingis- og framleiðsluvinnan er minni bjartskygd og væntar bæði minni framleiðslu og lægri søluprísir. Húsarhaldini eru hinvegin eitt vet meira bjartskygd enn í januar.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03