Løgreglan fekk klokkan 11.00 boð um at ein arbeiðsvanlukku er hend á vinnuøkinum Á Hjalla.
Vanlukkan hevur kostað einum manni í tjúgunum lívið. Maðurin var sambært fólki knýtt at økinum, í ferð við at umvæla ein krana, tá vanlukkan hendi. Hann fekk so stórar løstir av hesum, at lív hansara ikki stóð til at bjarga.
Løgreglan hevur ikki meira at siga beint nú um hesa ólukkuligu hending, men Arbeiðseftirlitið er tilkallað, sum vanligt er við tílíkum hendingum, og kanna tey nú málið.