Ongi úrslit

Arktis í brennideplinum: Føroyar og Grønland í nýggjari geopolitiskari støðu

Fróðskaparsetrið skipar fyri almennum tiltaki um geopolitikk í Arktis, sjálvræði og stórvaldaspenning við føroyskum og altjóða serfrøðingum í Kongshøll.

Edmund Jacobsen
21. mai kl. 12:45

Arktis er ikki longur eitt friðarligt avspenningsøki. Nú verður spurt, um Føroyar og aðrar smátjóðir kunnu gagnnýta vaksandi stórvaldaspenningin til at styrkja um sjálvsavgerðarrættin og altjóða ávirkan sína.

Mánakvøldið 25. mai klokkan 19.00 skipa Tórshavnar kommuna og Fróðskaparsetur Føroya fyri almennum og ókeypis tiltaki í Kongshøll undir heitinum “Smátjóðir í stórveldastríðnum – geopolitikkur, sjálvsavgerð og framtíðin í Arktis”.

Tiltakið verður hildið í sambandi við stóru altjóða ráðstevnuna UArctic Congress 2026, sum hevur umleið 1.400 luttakarar úr øllum heiminum. Har verður dentur lagdur á vaksandi geopolitisku óvissuna í Arktis.

Føroyar og Grønland mitt í stórveldastríði

Á tiltakinum verða fleiri stórir spurningar tiknir upp. Millum annað verður spurt, hvussu broytta støðan í Arktis ávirkar føroysku sjálvsmyndina, og um nýggja geopolitiska støðan kann geva Føroyum størri ávirkan og sjálvræði.

Eisini verður kjakast um sambandið við Russland og um, hvørt Føroyar eiga at fylgja Íslandi, sum í august skal hava fólkaatkvøðu um aftur at taka upp samráðingar um ES-limaskap.

Fyrrverandi stjórnarleiðarar og føroyskir serfrøðingar

Millum luttakararnar eru fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin Katrina Jakobsdóttir, fyrrverandi grønlendska landsstýriskvinnan Sara Olsvig, Bjørt Samuelsen og granskarar frá Fróðskaparsetri Føroya. Samrøðurnar verða leiddar av journalistinum Óluvu Zachariasen.

Les meira um tiltakið

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

15 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47