Fyriskipararnir siga, at freistin er neyðug fyri at tryggja góða samskipan av tiltakinum. Hetta fevnir millum annað um matveiting, logistikk og aðra fyrireiking. Máltíðir eru við í skrásetingini, og tí skulu endalig luttøkutøl latast veitarum í góðari tíð.
Luttakarar verða bidnir um at skráseta seg í seinasta lagi fríggjadagin 15. mai.
Altjóða ráðstevna í Tórshavn
UArctic Congress 2026 verður hildin í Tórshavn frá 26. til 29. mai 2026 í Arena við Tjarnir. Vertir eru Fróðskaparsetur Føroya, Uttanríkis- og mentamálaráðið og Havstovan.
Ráðstevnan savnar granskarar, lesandi, myndugleikar og umboð fyri norðurlendsk og arktisk øki. Dentur verður lagdur á samstarv, gransking og burðardygga menning í Arktis.
Seks høvuðsevni á skránni
Skráin fyri ráðstevnuna byggir á fleiri høvuðsevni. Har eru millum annað burðardygg búskaparlig menning, havumhvørvi, veðurlagsbroytingar, lívfrøðiligt margfeldi og viðurskifti hjá upprunafólkum og norðurlendskum samfeløgum.
Ráðstevnan verður eisini knýtt at formansskapinum hjá Kongaríkinum Danmarkar í Arktiska ráðnum fyri tíðarskeiðið 2025 til 2027.