Meira enn 100 ferðamannaskip vitjaðu Føroyar og havleiðirnar kring oyggjarnar í 2025. Í senn kundu upp í 17.000 fólk vera á sjónum kring Føroyar – svarandi til umleið ein triðing av fólkatalinum í Føroyum. Tað upplýsir Arktiska ráðið.
Tølini eru partur av bakgrundini fyri altjóða ráðstevnuna, Cold Seas, Critical Gaps, sum verður á Hotel Føroyum í Tórshavn 13.–15. oktober. Endamálið er at kanna, hvussu væl londini eru fyrireikað til vanlukkur við ferðamanna- og ferðafólkaskipum í Arktis og Norðuratlantshavi.
Smá samfeløg kunnu verða hart rakt
Arktiska ráðið vísir á, at vaksandi skipaferðslan í Arktis økir vandan fyri vanlukkum á sjónum og dálking. Serliga álvarsamt kann tað verða, um ein stór vanlukka hendir í fjarskotnum øki við fáum íbúgvum og avmarkaðum undirstøðukervi.
Ein slík hending kann seta eitt lítið samfelag og tilbúgvingina har undir ovurstórt trýst.
Skulu finna veikleikar í tilbúgvingini
Á ráðstevnuni skulu serfrøðingar, bjargingarfólk, myndugleikar, ferðavinnan og umboð fyri arktisk samfeløg viðgera verandi tilbúgving, framtíðar tørv og hol í granskingini.
Arbeiðið verður býtt í tríggjar høvuðstættir: at staðfesta avbjóðingarnar, finna loysnir og vísa á leiðina frameftir.
Ráðstevnan er almenn og er partur av skránni hjá formansskapinum hjá danska kongaríkinum í Arktiska ráðnum 2025–2027.