Í kvøld er Aron Benjaminsen við í landskappingardystinum, sum Víkingur spælir á heimavøllinum í Sarpugerði ímóti HB. Um alt gongur, sum tað verður vónað og væntað, so er hetta síðsti dysturin hjá honum í føroyskum fótbólti á hesum sinni.
Sum tað skils, so fer Víkingur ikki at forða fyri, at evnaríki unglingurin fer at landinum at royna fótbóltsevnini, og hvussu langt tey kunnu røkka.
Spurningurin er heldur, hvussu tað verður við samráðingunum millum Aron Benjaminsen og felagið. Tær hava ikki verið enn, men tær vera í næstu viku.
Frá góðum keldum verður sagt, at Aron Benjaminsen saman við teimum, sum hjálpa honum, mánadagin fara til Skotlands at tosa við teir í Hearts um treytirnar fyri sáttmála og annars at hyggja eftir umstøðunum.
Flytingarvindeygað í Skotlandi letur aftur hósdagin í komandi viku, og tað vil siga, at um sáttmáli skal spyrjast burturúr, so er síðsta freist at skriva undir hósdagin.
Um tað ikki eydnast, so fer Aron aftur til Føroya, og so verður hann á liðnum hjá Víkingi, sum leygarkvøldið um eina viku fer at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti KÍ.