Ongi úrslit

Aron umhugsaði ikki at skriva undir við Hearts FC

Tað var um reppið, at møguleikin at vera við í steypafinaluni var orsøk til, at sáttmálin varð av ongum millum skotska Hearts FC og Aron Benjaminsen, sum nú gleðir seg at vera á U-21 landsliðnum

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Eftir vikuskiftið savnast teir, sum Ólavur Mikkelsen venjari hjá U-21 landsliðnum hevur boðsent av vera við í teimum trimum síðstu dystunum í hesi EM undankappingini. Fyrsti dysturin verður í Estlandi fríggjadagin, og so vera tveir dystir á heimavølli – 30. september ímóti Luksemborg og 6. oktober ímóti Íslandi.

Tveir av teimum 20 spælarunum umboða útlendsk feløg. Annar er Árni Nóa Atlason, sum í juni flutti úr Sarpugerði og Víkingi til Vendsyssel FF, har hann hevur bundið seg at vera trý tey næstu árini. Árni Nóa hevur vunnið fast pláss á miðvøllinum, og í vikuni varð hann kosin at vera besti maður, tá ið Vendsyssel IF í steypakappingini tapti 3-1 ímóti superliguliðnum hjá Randers FC.

Hin er Aron Benjaminsen, ið um mánaðarskiftið og bara fáar dagar undan finaluni um løgmanssteypið, sum Víkingur vann 2-0 ímóti KÍ, flutti úr Víkingi og til Hearts FC, sum spælir í bestu skotsku deildini.

Saman við Dávidi Reynheim úr KÍ er Aron úttikin at vera álopsspælari á U-21 landsliðnum. Hann gleðir seg at koma heim, og ásannar samstundis, at tað var við ikki sørt ringum tannabiti, at hann fyri góðum trimum vikum síðani fór av landinum:

-Tað lá ikki í kortunum, at eg skuldi fara so skjótt aftur av landinum, eftir at eg var komin heim úr Norra og til Víking. Eg treivst væl í Sarpugerði, har eg kendi meg væl móttiknan. Mær dámdi væl venjingarnar og uppleggini hjá Jóhan Petur Poulsen. Tað var høvuðsorsøkin til at tað gekk so væl, eg gleddi meg ógvuliga nógv at vera við í steypafinaouni, greiðir Aron Benjaminsen frá, og hann heldur fram:

-Tað vóru fleiri feløg, sum spurdu seg fyri, men tað kendist ikki áhugavert fyrrenn stóra skotska felagið Hearts FC vísti áhuga. Talan er um lutfalsliga stórt felag í einum av grannalondum okkara. Eg var áhugaður, men tað kendist kosta nógv at skriva undir undan steypafinaluni. Men tað var neyðugt, tí flytingarvindeygað læt aftur, greiðir Aron Benjaminsen frá.

Enn hevur 18 ára gamli Aron Benjaminsen ikki spælt í Skotlandi, men hann vónar og roknar við, at tað verður skjótt:

-Móttøkan hevur verið góð, og sjálvandi er tað nógv nýtt at læra og venja seg við, bæði uttanfyri vøllin og á vøllinum. Eg veit ikki enn, nær eg fari at fáa møguleikan at spæla, men eg rokni ikki við, at tað verður so leingi at bíða. Nú ræður tað um at hava fokus á U-21 landsliðnum.

Eyðun Klakstein landsliðsvenjari nevndi mánadagin, tá ið A og U-21 landsliðini vórðu úttikin, at tað er møguleiki fyri, at Aron fer at fáa boð um at møta á A-landsliðnum, sum í hesum umfarinum skal spæla fýra dystir.

-Í fyrsta umfari havi eg fokus á at avrika væl á U-21 landsliðnum, og so taka vit tað harfrá, sigur Aron Benjaminsen, sum hevur spælt tríggjar U-21 landsdystir, átta U-19 landsdystir og 18 U-17 landsdystir. Á U-17 landsliðnum skoraði hann fýra mál, veit FaroeSoccer at siga.

 

U-211 landsliðið

Hans Jákup Arngrímsson, Skála
Sámal á Steig, 07 Vestur

Virgar Jónsson, EB/Streymur
Sjúrður Henriksen, AB Argir
Bjarti Thorleifsson, Skála
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jákup Norðoy Vilhelmsen, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn

Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Dávid Biskopstø Andreasen, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Vendsyssel FF (Danmark)
Arnór Brandsson, Víkingur
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Marjus Nón, B68 Toftir
Jón Steingrímsson, AB Argir

Aron Benjaminsen, Hearts FC (Skotland)
Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík

Undan seinastu dystunum eru Føroyar á fjórða plássi í bólkinum við níggju stigum, meðan Frankaríki er fremst við 16 stigum. Sveis er nummar tvey við 14 stigum, Ísland hevur 11 stig, Luksemborg fýra stig, og aftast í bólkinum er Estland við tveimum stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

20 tímar síðan

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

Í gjár kl. 23:21

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11