Vestmanna kommuna heiðraði leygarmorgunin Jóan Magnus Olsen við ársins herðaklappi. Heiðurin varð latin á Vestmannadøgunum fyri hansara ótroyttiliga arbeiði fyri Vestmanna kirkju, bygdina og bygdafólkið.
Nærum 30 ár í tí stilla
Síðan 1997 hevur Jóan Magnus gjørt eitt umfatandi ólønt arbeiði í Vestmanna kirkju. Hann hevur staðið fyri fyrireiking og samskipan og hevur syrgt fyri, at fólk eru til reiðar at røkja ymiskar uppgávur. Arbeiðið fevnir bæði um vanligar sunnudagar og um barnadópar, vígslur, jarðarferðir og aðrar kirkjuligar hendingar.
Skotin upp fleiri ferðir
Ársins herðaklapp verður latið einum persóni ella felagsskapi, sum ger mun fyri tann einstaka, felagsskapin ella bygdina. Fleiri uppskot komu inn í ár, og Jóan Magnus varð skotin upp fleiri ferðir.
– Fyri sína trúgvu tænastu verður ársins herðaklapp 2026 latið Jóan Magnusi Olsen, segði kommunan.