Ongi úrslit

Artur er nýggjur fíggjarleiðari

Runavíkar býráð hevur sett Atrur Johansen at vera nýggjur fíggjarleiðari í kommununi

runavik.fo
5 tímar síðan

Runavíkar býráð avgjørdi á fundi hóskvøldið í vikuni at seta Artur Johansen sum fíggjarleiðara hjá Runavíkar kommunu. Súni S. Kristiansen, ið hevur verið fíggjarleiðari í á leið tjúgu ár, fylti sjeyti ár fyri kortum og ynskti á tí mótinum at fara frá fyri aldur.

Artur er helst best kendur sum kommunalpolitikari í almenna rúminum. Hann var m.a. borgarstjóri í Sjóvar kommunu í 16 ár. Áðrenn tað var hann eftir barnaskúlan arbeiðsmaður og fiskimaður og útbúgvingarliga hevur hann fólkaskúlaprógv frá Stranda skúla í 1987, FHS-prógv frá Handilsskúlanum á Kambsdali í 1991, Hægri Handilsskúlaprógv frá sama skúla í 1993, lærubræv frá Sorinskrivaranum í 1995 og HD-Rokniskapur 1. & 2. partur frá Handilsskúlanum í Marknagili umvegis Århus School of Business í 2004 og 2006. Umframt at hava arbeitt hjá Sorinskrivaranum og Sjóvinnustýrinum sum málsviðgeri hevur hann virkað sum grannskoðari hjá KPMG (SPEKT) og sum fíggjarleiðari hjá Zacharias Leitisstein.

Artur Johansen er 56 ára gamal – føddur 1. juli 1970 á Strondum. Hann býr í heimbygdini saman við konuni Marjun, og tey hava fingið 5 børn. Í yngri árum var Artur kendur hondbóltsspælari á besta mansliðnum hjá StÍF og á landsliðnum, og hann hevur eisini fingist við tónleik og jarðarbrúk.

Artur byrjar í starvinum í næstum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

Í gjár kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07