Ongi úrslit

At gera tað sama umaftur og umaftur, og væntað eitt annað úrslit, er ørskapur

Bjarni Kárason Petersen
33 minuttir síðan

Mikudagin í síðstu viku setti eg ein munnligan fyrispurning til Løgmann um okkara útlit til at kunna luttaka til OL. Svarið var, at mann bíðaði eftir einari niðurstøðu frá ÍSF

Og nú fingu vit tað so aftur staðfest við tveimum strikum undir: Føroyar sleppur ikki at luttaka til OL, punktum

Hetta hava tey flestu av okkum vitað í langa tíð. Tað nýggja er kanska, at nú hevur ÍSF eisini givið skarvin yvir, og kastað bóltin aftur til politikararnar

Tað margháttliga við støðuni er, at teir flestu politikararnir í Føroyum langt síðani hava hugt hvønn annan í eyguni og sagt, at vit skulu fara eftir ta eyðsýndu loysnina, sum loysir trupulleikarnar í einum

6 av 7 flokkum hava langt síðani givið løgmanni - fyrst Aksel V. Johannesen og nú Beinir Johannesen -  heimild til at fara eftir loysnina sum ger, at Føroyar lúka formligu treytirnar hjá IOC. Beinir Johannesen hevur fingið heimild til at fara til samráðingar við Danmark um at Føroyar skulu verða ein sjálvstøðug tjóð, við fullum stuðli frá øllum flokkum uttan ein.

Loysnin er kend, og heimildin hjá løgmanni er uppá pláss. Spurningurin er, um løgmaður fer at brúka sín stuðul frá øllum flokkunum í Føroyum uttan ein til at velja eyðsýndu loysnina, ella um hann fer í holtur við okkurt annað, ið ikki fer at bera okkum á mál.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingslimur

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08