Føroyska manslandsliðið skal í november spæla fyrsta dystin í EM-undankappingini, tá Kosovo kemur á vitjan.
Dysturin millum Føroyar og Kosovo verður mikudagin 4. november klokkan 19.00 Við Tjarnir.
Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin 5. oktober klokkan 10.00, og atgongumerkini verða seld á tjarnir.fo.
Tvey sløg av atgongumerkjum verða til dystin. Til ber at keypa sitipláss við talmerktum setri ella standipláss í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini.
Eitt sitipláss kostar 200 krónur, meðan eitt standipláss kostar 150 krónur. Avgreiðslugjald kemur afturat prísinum í sambandi við keypið.
Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn, um tey sita hjá einum vaksnum. Skal barnið hava sítt egna setur, er neyðugt at keypa atgongumerki.
Tað verður møguligt at keypa í mesta lagi seks atgongumerki í hvørjum keypi.
Dysturin millum Føroyar og Kosovo verður sostatt mikukvøldið 4. november klokkan 19.00 Við Tjarnir.